Føstulávintsdansurin 2012

February 2nd, 2012

ALMENNUR FØROYSKUR DANSUR verður í Føroyahúsinum tann 18 februar 2012. Í fjør eydnaðist hetta dansitiltakið ómetaliga væl, hýrurin var fantastiskur og dansað var í fleiri tímar, har yvir 100 gestir luttóku – bæði ung og gomul. Føroyskur dansur er fyri øll og skapar frøði. Dansurin styrkir felagskap og knýtir vinarbond. Í ár er skráin hendan: [...]

Aðalfundarfráboðan

January 22nd, 2012

Hervið skal sigast frá, at Aðalfundurin hjá Fótatraðk verður Sunnukvøldið 12. februar 2012 kl.18.00 í Føroyahúsinum. Vit dansa kl.18.00 – 19.00 Aðalfundurin byrjar kl.19.00 stundisliga! Nevndin skipar seg aftaná Aðalfundin á nevndarfundi, ið skal vera innan 14 dagar sambært viðtøkum felagsins. Uppskot til Aðalfundin skulu vera nevndini í hendi, í seinasta lagi 5. Februar sambært viðtøkunum. [...]

Dansispølini aftur á breddanum

November 14th, 2011

Í kvøld hevur Andrea Susanne Opielka hildið ein sera áhugaverdan fyrilestur um føroysk dansispøl úr bók síni “Færøske danse- og sanglege”. Tað er føroyska kvinnufelagið, ið skipaði fyri. 40 fólk vóru komin at lurta – tey flestu føroyingar – og væl gekk hjá Andreu at greiða frá. Fleiri av gestunum vóru ovfarnir av at hoyra, [...]

Foredrag om færøske dansespil

November 7th, 2011

Mandag den 14. november har den færøske kvindeforening i København inviteret Andrea Susanne Opielka til at holde et foredrag om sin nye bog ”Danse og sanglege på Færøerne”. Foredraget vil blive afholdt i det færøske hus kl.19.00 hvor alle – både mænd og kvinder – er hjertelig velkomne. Andrea, som er uddannet folkeskolelærer og ydermere [...]

Várið 2012

November 6th, 2011

Dansikvøldini fyri Várið 2012 eru løgd. Dansað verður hesi sunnukvøld kl. 18.00: – 29. Januar – 12. Februar – 26. Februar – 11. Mars – 25. Mars – 1. Apríl – 15. Apríl – 29. Apríl Harumframt verður Trettandakvøld úti á garðinum í Ballerup fríggjadagin 6. Januar, Føstulávintsdansurin verður í Føroyahúsinum Leygardagin 18. Februar og Várveitslan verður [...]

Lýsingarátakið: Føroyskur dansur – Graml og sannleikar

October 21st, 2011

Ofta verður sagt, at bert eldri fólk dansa føroyskan dans. Hetta er ikki satt. Nógv eldri fólk dansa, tað er satt, men ung dansa sanniliga eisini føroyskan dans. Tey, skylja seg tó ikki altíð so væl burturúr mongdini, tí tey líkjast øllum øðrum vanligum ungdómi. Tey eldru sum dansa, skylja seg av og á burturúr [...]

Heimasíðan verður dagførd

October 20th, 2011

Við eru í holt við at dagføra heimasíðuna. Hetta umfatar kvæðasavnið, facebook-viðmerkingar og aðrar smávegis broytingar. Tískyl kunnu ymiskir trupuleikar stinga seg upp og td. kvæðatekstir forsvinna. Vit vænta at arbeiðið er liðugt, og at alt er komið í rætt lag aftur í seinasta lagi mánadagin 24. oktober. DANSK: Vi er ved at opdatere vores [...]

Jákupsa tvætl

October 15th, 2011

Mentanarnáttin var í gjárskvøldi og skipa varð fyri føroyskum dansi í Føroyahúsinum, har limir úr Fótatraðk skipaðu. Dansurin gekk betri enn nakrantíð og undirtøkan var sera góð. Eftir almenna dansin varð fari uppá í skáp felagsins har limir felagsins fingu okkurt til góman. Lagið var av tí besta og tað varð dansa og kvøði av hjartans huga í [...]

Silvurlín

October 11th, 2011

Seinast tá ið vit dansaðu, skipaði Dánial vísuna Silvurlín. Fá dugdu at kvøða við, men øll vóru samd um at hon var sera vøkur at kvøða. Nøkur hava skrivað til nevndina, og spurt eftir vísuni. Vísan er tikin niður av heimskringla.no og løgd út niðanfyri sum word-dokument til tey, sum ynskja at taka hana niður. Silvurlín

Heimasíðan verður væl vitjað

September 27th, 2011

Eftir at nýggja heimasíðan varð tikin í brúk í Apríl í fjør hevur hon frá januar 2010 at rokna haft íalt 46.162 vitjandi fram til dags dato. Tað er í miðal 2198 internetbrúkarar um mánaðin. Í 2010 hevði heimasíðan í alt 22.408 vitjandi, sum í miðal er 1.867 um mánaðin, og 61 vitjandi um dagin. [...]

Lýsingarátakið: Føroyskur dansur – Læran

September 21st, 2011

  Tað fyrsta tú skalt leggja tær í geyma, er at føroyskur dansur er samansettur av trimum eginleikum. Tann fyrsti eginleikin er søgan – altso teksturin, sum verður kvøðin. Tann næsti eginleik er lagið (tónarnir), sum skapar hug og hugna. Sjálvt lagið avgerð oftast, um kvæðið er syrgiligt ella stuttligt. Tann triðji eginleikin er sjálvi [...]

Dansur í Føroyahúsinum

September 9th, 2011

Vit dansa aftur Sunnukvøldið 11. september kl.18.00 á 1. hædd. Øll eru vælkomin.

Úr lýsingarátaki okkara: Formaðurin

September 7th, 2011

Ein tann fornasti siður føroyinga, er tann føroyski dansurin. Í øldir hava gomul og ung funnið saman á dansigólvinum, og er hesin siður ein tann elsti, ið vit føroyingar eiga. Í teimum smáu bygdunum og úti á oyggj var siður til høgtíðirnar og til hátíðarligu veitslurnar, at alt fólkið savnaðist til hugna og dans. Tíðliga [...]

Nú dansa vit aftur, kom við ?! :)

August 31st, 2011

Summarið er byrjað at halla og fólk eru so smátt komin niður aftur at lesa og arbeiða. Vit hava í August mánaða sett upp plakatir og faldarar við boðskapi felagsins um føroyskan dans og felagskap á fleiri ymiskum kollegium, almennum støðum og í Føroyahúsinum. Ein serlig tøkk skal ljóða til Astrid, sum hevur verið runt [...]

UNG Í DANSI 2011 – Ung dansa føroyskan dans á Húsum

August 31st, 2011

Fríggjakvøldið 16. og leygardagin 17. september skipar Sláið Ring saman við Klaksvíkar Dansifelag fyri stevnuni Ung í dansi 2011. Stevnan er fyri ungfólk í aldrinum 13 – 17 ár. Onnur ung,  sum hava hug at luttaka, men sum eru farin upp um aldursmarkið, eru vælkomin at melda seg til sum hjálparleiðarar. Í ár verður stevnan [...]