April, 2010

Sláið-Ring hevur almannakunngjørt raðfylgjuna av kvæðunum til Landsdansistevnuna

Tuesday, April 27th, 2010

Landsdansistevnan verður sett á kajuni í Skopun kl.19.00 leygardagin 08.mai 2010. Kvøðin verður Stepputátturin, ið varð yrktur í Skopun í 1917. Seinni verður farið uppá gólv, har raðfylgjan verður hendan:

Norðstreymoyar Dansifelag: Tit hava gott stev

Tvøroyrar Dansifelag: Hr Sinklar

Nólsoyar Dansifelag: Fuglakvæði 1.tátt

Dansifelag Kaggans: Leivur Øssursson

Vága Dansifelag: Stærke Tidrik

Sumbiar Dansifelag: Vilmundskvæði 1.tátt

Dansifelagið Suðuroyar Norðara Helvt: Gudbrandskvæði

Eysturoyar Dansifelag: Jeg ser så mangt et orologskib

Fótatraðk: Jómsvíkingar

Dansifelagið Jómsvíkingar: Sigmundsvísa

Dansifelagið á  Látrinum: Vaagen

Klaksvíkar  Dansifelag: Jákup á Møn

Tøkum Lætt: Der hersker en Konge

Skrivað hevur Ólavur Eysturdal, skrivari í Dansifelagnum í Fótatraðk, Keypmannahavn

Fótatraðk hevur fingið nýggja heimasíðu

Wednesday, April 14th, 2010

Skrivað hevur Ólavur Eysturdal

 

So eydnaðist tað okkum endiliga at fáa okkara nýggju heimasíðu upp at koyra. Tann gamla heimasíðan var vorðin ov ótíðarhóskandi og trupul at arbeiða við, og tí avgjørdi nevndin í dansifelagnum at gera eina nýggja. Fram til tann 16 mai royndarkoyra vit heimasíðuna og vóna, at allir limir felagsins og vitjandi annars geva okkum teirra meining, um hvat tey halda um hana. Tú kanst senda tína viðmerking á fotatradk@hotmail.com. Allar viðmerkingar eru vælkomnar – rós, klagur, hugskot til broyting osfr.

Endamálið er, at heimasíðan skal verða Fótatraðks andlit útattil, og ein bási har limir og vitjandi kunnu finna viðkomandi tilfarð, sum eitt føroyskt dansifelag kann bjóða. Tað verður seg kvæðir, upplýsing um dansikvøld, tiltøk, ferðir, myndir, tídindi, info um føroyskan dans, føroyska mentan og mangt annað. Harafturat ynskja vit, at allir føroyingar í útlegd skulu hava møguleikan at koma saman um tann føroyska dansin. Tað er okkara grundhugsan, at okkara kvæðamentan er lív laga í mong ár í framtíðini, og vón at øll áhugaði støkka inn á gólvið til okkara dansikvøld og tiltøk. Hetta vilja vit, at heimasíðan skal hjálpa okkum við.

Ein serlig tøkk skal ljóða til teldufrøðingin Michael Helsvig og virki hansara “Open Tech SmbA” fyri vælvild, hjálp og framleiðslu av nýggju heimasíðuni. Vit vóna, at øll vilja taka væl ímóti henni, og at hon nú eins og í framtíðini verður viðkomandi fyri øll.