Fótatraðk á ferð í Føroyum
Monday, May 10th, 2010
Um vikuskiftið var dansifelagið í Føroyum fyri at luttaka á Landsdansistevnuni 2010, sum í ár varð hildin í Skopun tann 8.mai. Vit vóru 14 limir úr felagnum á hesi ferð.
Fríggjadagin hittust vit í Norðlandahúsinum í Havn til myndatøku við Per á Hædd fotografi, og síðani gekk leiðin oman í Skansastovu kl.18 har vit saman við dansifelagnum “Tøkum Lætt” høvdu leigað buss. Haðani fóru vit yvirum Skopunarfjørð og suður til Dals har vit gistu á Toft.
Sum upphiting til sjálva stevnuna bjóðaðu Fótatraðk og Tøkum Lætt saman við dansifeløgunum í Sandoynni til Dans í Dansistovuni í Dali. Serliga áhugavert var tað livandi gólvið, sum vit ikki høvdu roynt áður. Hildið var á langt út á náttina við felagssangi, kvøðing og dansi.
Leygardagin fóru vit at ganga túr og síggja okkum um í bygdini, og lurta eftir bygdafólkunum, sum greiddu frá um lívið í Dali fyrr og nú. Veðrið var av tí fagrasta og náttúran serstøk.
Seint seinnapartin settu vit so kósina norður til Skopunar. Landsdansistevnan varð sett á Kajuni í Skopun av Vilhelminu Larsen, har uml. 450 fólk luttóku. Hareftir varð farið niðan í Samljóð til borðhaldið, har allir formennirnir í dansifeløgunum førdu fram røðu. Tá borðhaldið varð av fóru øll upp á gólv og dansað varð til Ternan sigldi eykatúr úr Skopun kl.5 sunnumorgun.
Alt í alt var hesin túrurin einastandandi, og væl eydnaður. Vit í Fótatraðk vilja takka øllum sum hava verið við til at skipa fyri og vóna at hetta verður líka væl eydnað tá Eysturoyar dansifelag skal skipa fyri landsdansistevnuni í 2013. Ein serlig tøkk skal ljóða til Per á Hædd, fotograf fyri at stuðla Fótatraðk við myndum sum er ætlað til ymiskt virki felagsins.

