August, 2010

Ung dansa føroyskan dans í Dali

Sunday, August 22nd, 2010
(Grein á portal.fo 22.08.2010)

Fríggjakvøldið 3. og leygardagin 4. september skipar Sláið Ring fyri stevnuni Ung í dansi 2010. Stevnan er fyri ungfólk í aldrinum 13 – 17 ár. Onnur ung , sum hava hug at luttaka, men sum eru farin upp um aldursmarkið, eru vælkomin at melda seg til sum hjálparleiðarar.

Í ár verður stevnan hildin í Eiriksgarði í Dali. Dalur er gomul dansibygd og hevur Eiriksgarður eitt framúr gott dansigólv, so umstøðurnar skuldu verið tær bestu.

Stevnan byrjar fríggjakvøldið við nátturða. Eftir nátturðan verður almennur dansur, har ungu luttakararnir sleppa at dansa saman við dansufeløgunum í Sandoynni, Stígum Fast og Leikum Fagurt og øðrum, ið leggja leiðina framvið.

Leygarmorgunin er dansur og læra á skránni. Evnið á stevnuni hesaferð er dansisiðir. Vilhelmina Larsen, ið hevur fingið dansin inn við móðurmjólkini í Skálavík, greiðir frá um góðan dansisið. Eisini kemur Rasmus Joensen, formaður í Sláið Ring, at greiða frá dansisiði í sambandi við brúðardans.

Seinnapartin er ein útferð á skránni. Tiltakið endar við at luttakararnir sleppa at uppliva roykstovumentanina, sum hon var fyri hundrað árum síðani. Tey koma at luttaka á eini kvøldsetu har rokkurin gongur í takt við kvæðini, har karðarnir klórast og stokkarnir ringla. Alt meðan greitt verður frá gomlum døgum, og gomul føroysk barnaspøl verða víst fram. Teir luttakarar, ið hava hug, sleppa eisini sjálvir at royna seg.

Stevnan er ókeypis og luttakararnir fáa ferðaseðilin endurgoldnan. Hetta verður gjørt fyri at ung úr øllum landinum skulu hava møguleika at luttaka uttan kostna.

Skráin fyri tiltakið og onnur kunning liggur á heimasíðuni hjá Sláið Ring. www.sr.fo

Heimsmet í ketudansi á Ólavsøku

Tuesday, August 3rd, 2010
(Grein á portal.fo 03.08.2010)
Heimsmet í ketudansi varð sett á ólavsøku í ár, og tað við fleiri 1000 fólkum. Tað ivast Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, ikki í.

Enn er metið tó ikki skrásett av Guiness World Records, tí tey kravdu at hava nøkur umboð til staðar á ólavsøku, sum Tórshavnar kommuna skuldi rinda fyri. Hetta hevði kostað kommununi 100.000 krónur, og tá skotbráið var so mikið stutt, valdi kommunan ikki at fáa eftirlitsfólkini hjá Guiness henda vegin.

Tískil er metið heldur ikki skrásett. Heðin Mortensen sigur, at nú kannar kommunan, um metið kann góðkennast á annan hátt, eitt nú við at brúka dokumentatión frá frá alment góðkendum miðlum, sum vóru til staðar undir dansinum.

Eydnast tað ikki, er ætlanin at fáa fólkini frá Guiness at koma til ólavsøkuna næsta ár.