UNG í dans 26 februar kl.18.00
Tuesday, February 21st, 2012
Dansifelagið Fótatraðk heitir á ungar føroyingar, um at melda seg til føroyskan dans. Dansur er í Føroyahúsinum 2 hvørt sunnukvøld, og nær hesi eru, ber til at síggja í skránni her á síðuni.
Komandi ár verður Landsdansistevna í Føroyum, har Fótatraðk skal luttaka. Hesin dansitúrurin er ein uppliving fyri lívi, har vit fara út á bygd at búgva í 1-2 dagar halda veitlsur, dansa og ganga í náttúruni. Hesin túrurin verður eitt vikuskifti í mai 2013. Tað kostar einans kr 150,- at gerast limur, og felagi letur fíggjarligan stuðul til allar limir, ið koma við – tú fært eisini tíð til at vitja familju og vinfólk í Føroyum á túrinum.
Melda teg sum lim og verð við til Kulturnáttina í oktober. Vit skipa fyri stuttligum og nýskapandi dansitiltaki serliga málrættað ungdómi og tilkomnum. Vit gera eina dansistovu á loftinum í Føroyahúsinum, lokka fólk upp á gólv til títtadans, bandadans, at ríða Edeling, onnur dansispøl og vanligan føroyskan dans. Øll fara at gera feilir, og øll sleppa at flenna. Soðleiðis læra vit best.
Okkum tørvar dansifólk til hesa verkætlan, og um tú ikki dugir at dansa, so læra vit teg. Tað er lætt og stuttligt at læra.
Vit skipa fyri veitslum fyri okkara limir og vinfólk, vit skipa fyri dansi, gæt og grimassum, spurnarkappingum við vinningum og nógv annað.
- Føroyskur dansur ? Fótatraðk ? EG ??
Øh, eg tími væl, men dugi snøkt sagt einki!
- Tað ger einki! Øll skulu byrja onkustaðni – eisini tú! Vilt tú vera við, lærir tú skjótt kvæðini, dansisið- og dansimentan. Vit hava ein góðan og sterkan felagskap, har rúm er fyri júst tær. Tú lærir skjótt at støðast og “mingla” í ”fólkadansi umhvørvinum”. Tú mennir teg ígjøgnum dansin, persónligt, fysiskt og mentanarliga. Ert tú djarvur/djørv læra vit teg fegin at skipa kvæðini og dansin.
- Verð ikki smæðin. Tú finnur teg skjótt til rættis. Vit koma øll hvør øðrum við. Tak endiliga vinfólk, børn ella maka við – vit hava eisini rúm fyri teimum.
- Aldurin og tjóðskapur hevur ongan týdning. Vit koma saman um dansin og dansimentanina.
- Tú skalt fyrst og fremst hava møguleika til at dansa, og um tú ynskir at gerðast limur, gjaldar tú einans kr 150 árliga.
Vit gleða okkum til at síggja teg. Um tú vilt vita meira, so ert tú vælkomin til at seta teg í samband við Biritu á tel 31 33 82 19 ella Ólavur á tel 20 35 65 04


