Fótatraðk News

Tí dansa vit

Thursday, March 15th, 2012

Hoyr Sendingina >her<, sum Rás2 gjørdi við Fótatraðk Mikudagin 7.mars.

Birita L Jóansdóttir og Ólavur Eysturdal, tosa um tað at dansa føroyskan dans, um dansifelagið og um dansitiltøkini sum felagið skipar fyri. Heimasíða felagsins er ein kvæðaportalur, og ungfólkið hevur fordómar, mótvegis føroyska dansinum, men dáma heilt væl at vera við, tá ið almennur føroyskur dansur er.

Vit eru ung í sinni, eisini eldru limir okkara, tískyl er aldurin óviðkomandi. Øll kunnu finna orsøkir til, hví tað er so gott at dansa føroyskan dans.

Komið og verið við. Vit dansa aftur 25. mars sum vanligt.

ADMIN

UNG í dans 26 februar kl.18.00

Tuesday, February 21st, 2012

Dansifelagið Fótatraðk heitir á ungar føroyingar, um at melda seg til føroyskan dans. Dansur er í Føroyahúsinum 2 hvørt sunnukvøld, og nær hesi eru, ber til at síggja í skránni her á síðuni.

Komandi ár verður Landsdansistevna í Føroyum, har Fótatraðk skal luttaka. Hesin dansitúrurin er ein uppliving fyri lívi, har vit fara út á bygd at búgva í 1-2 dagar halda veitlsur, dansa og ganga í náttúruni. Hesin túrurin verður eitt vikuskifti í mai 2013. Tað kostar einans kr 150,- at gerast limur, og felagi letur fíggjarligan stuðul til allar limir, ið koma við – tú fært eisini tíð til at vitja familju og vinfólk í Føroyum á túrinum.

Melda teg sum lim og verð við til Kulturnáttina í oktober. Vit skipa fyri stuttligum og nýskapandi dansitiltaki serliga málrættað ungdómi og tilkomnum. Vit gera eina dansistovu á loftinum í Føroyahúsinum, lokka fólk upp á gólv til títtadans, bandadans, at ríða Edeling, onnur dansispøl og vanligan føroyskan dans. Øll fara at gera feilir, og øll sleppa at flenna. Soðleiðis læra vit best.

Okkum tørvar dansifólk til hesa verkætlan, og um tú ikki dugir at dansa, so læra vit teg. Tað er lætt og stuttligt at læra.

Vit skipa fyri veitslum fyri okkara limir og vinfólk, vit skipa fyri dansi, gæt og grimassum, spurnarkappingum við vinningum og nógv annað.

- Føroyskur dansur ? Fótatraðk ? EG ??
Øh, eg tími væl, men dugi snøkt sagt einki!

- Tað ger einki! Øll skulu byrja onkustaðni – eisini tú! Vilt tú vera við, lærir tú skjótt kvæðini, dansisið- og dansimentan. Vit hava ein góðan og sterkan felagskap, har rúm er fyri júst tær. Tú lærir skjótt at støðast og “mingla” í ”fólkadansi umhvørvinum”. Tú mennir teg ígjøgnum dansin, persónligt, fysiskt og mentanarliga. Ert tú djarvur/djørv læra vit teg fegin at skipa kvæðini og dansin.

- Verð ikki smæðin. Tú finnur teg skjótt til rættis. Vit koma øll hvør øðrum við. Tak endiliga vinfólk, børn ella maka við – vit hava eisini rúm fyri teimum.

- Aldurin og tjóðskapur hevur ongan týdning. Vit koma saman um dansin og dansimentanina.

- Tú skalt fyrst og fremst hava møguleika til at dansa, og um tú ynskir at gerðast limur, gjaldar tú einans kr 150 árliga.

Vit gleða okkum til at síggja teg. Um tú vilt vita meira, so ert tú vælkomin til at seta teg í samband við Biritu á tel 31 33 82 19 ella Ólavur á tel 20 35 65 04

Føstudansurin – eitt slóðbrótandi dansitiltak

Tuesday, February 21st, 2012

Væl livir tann føroyski dansurin. Fótatraðk hevur aftur í ár haft ein rimmar føstudans. Føstudansurin er eitt vaksandi dansitiltak. Leygardagin 18. februar 2012 løgdu 120 gestir leiðina framvið, Føroyingar, danir, normenn, sviðar, ja fólk úr øllum ættum.

Tvey ár á rað hevur hetta tiltak samla útisetarnar og onnur forvitin. Kvøðið varð av lív og sál, lagið á fólki var avbera gott og Fótatraðk hevur fingið mangt rós úr øllum ættum. Til felagssangin, sum byrjaði kl.19.00 vóru gott og væl 50 gestir, Tórur Johannesen spældi á harmoniku og góður føroyskur matur varð seldur. Til dansin vóru enn fleiri og varð húsið fult av fólki. Serliga var tað hugaligt at uppliva hvussu nógv ung vóru komin á gátt, tí nógv ung fólk og lesandi eru limir í dansifelagnum.

Hetta tiltakið verður aftur komandi ár, Leygardagin 9 februar, tá ið vit fara at gera minst líka nógv burtur úr.

Dansifelagið Fótatraðk vil takka øllum gestunum,  sum vóru við til at gera kvøldið so gott og hugnaligt, og eina serlig tøkk til tey, ið sjálvboðin hjálptu til við fyrireikingunum.

FYRIREIKARNIR

Føstulávintsdansurin 2012

Thursday, February 2nd, 2012

ALMENNUR FØROYSKUR DANSUR verður í Føroyahúsinum tann 18 februar 2012.

Í fjør eydnaðist hetta dansitiltakið ómetaliga væl, hýrurin var fantastiskur og dansað var í fleiri tímar, har yvir 100 gestir luttóku – bæði ung og gomul. Føroyskur dansur er fyri øll og skapar frøði. Dansurin styrkir felagskap og knýtir vinarbond.

Í ár er skráin hendan:
kl.18 letur caféin upp (søla av føroyskum breyði við føroyskum viðskera)
kl.19 fara vit at syngja og harmonikan spælir
kl.20.30 – kl.01.00 fara vit upp á gólv.

Kostnaður fyri atgongd er kr 50,-
Atgongumerkið er ein lutaseðil har til ber at vinna ein FERÐASEÐIL við ATLANTIC AIRWAYS (T/R) ella eitt vikuskiftis pass til SUMMARFESTIVALIN 2012. Lutaseðlanumrini, ið vinna verða lýst á heimasíðunum hjá Fótatraðk og Føroyahúsinum Mánadagin 20. februar. Vinningarnir kunnu avheintast við at venda sær til nevndina í Fótatraðk – sjá nevndin her á heimasíðuni.

Til at skipa dansin hava vit bjóðað Óla á Geilini og Vónbjørt Svabo, bæði úr dansifelagnum Tøkum Lætt, niður til at skipa dansin saman við okkum. Annars eru øll vælkomin til at skipa.

Vit selja føroyskt smyrjibreyð, kaffi og køku fyri sømuligar prísir, og sjálvandi verður eisini skonkt til dansin.

Komið og verið við til at stuðla føroysku dansimentanini í danska høðvusstaðnum.

ØLL ERU VÆLKOMIN

Dansispølini aftur á breddanum

Monday, November 14th, 2011

Í kvøld hevur Andrea Susanne Opielka hildið ein sera áhugaverdan fyrilestur um føroysk dansispøl úr bók síni “Færøske danse- og sanglege”. Tað er føroyska kvinnufelagið, ið skipaði fyri.

40 fólk vóru komin at lurta – tey flestu føroyingar – og væl gekk hjá Andreu at greiða frá. Fleiri av gestunum vóru ovfarnir av at hoyra, hvussu hon sjálv sær og upplivir føroyska dansimentan. Vit, sum eru føroyingar og kanska serliga vit, sum eru limir í Fótatraðk hava allarhelst somu uppfatan av, hvat dansimentan okkara er, og hvat hon snýr seg um, men eftir at vit í kvøld hava upplivað, hvussu ein útfrákomandi hugleiður við sínari áskoðan og vísindaligu gransking av hesi somu dansimentan, kunnu vit bert vera samd um, at dansimentan okkara inniheldur nógv, sum vit ikki geva okkum far um í tí dagliga. Vanliga, tá ið vit hugsa um føroyska dansimentan, hugsa vit beinanvegin um vanliga føroyska dansin (ketudans), men Andrea megnaði at flyta hugsan okkara frá ketudansi til dansispøl. Tískyl kundi ein hugsa við sær sjálvum, hví fleiri enn 20 dansispøl eru vorðin afturútsigld gjøgnum tíðina samanborið við ketudansin. Eru tey ov ring at dansa til, eru tey kanska keðilig, hava enski dansurin og ketudansurin dominerað ov nógv, ella eru dansispølini bara tilfeldiga gloymd gjøgnum tíðini ? Kundi man kanska ment hendan partin av føroysku dansimentanini aftur ?

Hóast móðurmálið hjá Andreu er týskt, so dugdi hon sera væl at greiða frá á bæði føroyskum og donskum, og vísti hon okkum eisini nakrar upptøkur við dansispølum, ið fleiri okkara ongantíð hava sæð áður. Hetta vekjur um áhugan fyri dansispølunum ímillum dansifólkið. Frá Fótatraðk vóru 10 limir komnir at lurta. Eftir fyrilesturin var farið upp á gólv saman við limunum úr Fótatraðk, fyrst við dansispølum (Ríða Ediling og Bandadans), og aftaná við ketudansi har vit kvóðu ”Í Dans” og ”Ólavur Riddararós”. Fleiri vórðu ovfarin av, hvussu væl tað gekk at dansa dansispølini. Vanliga eru fólk eitt sindur afturhaldandi, tá ið dansispølini verða dansaði, men í kvøld var hendan kenslan ein heilt onnur. Øll høvdu hug til at dansa við. Tað kendist brádliga heilt natúrligt og lætt. 20 gestir luttóku í dansispølunum.

Lagið var av tí besta, og tá ið fyrilseturin og dansirnir vóru av, høvdu øll eina kenslu av, at tey høvdu upplivað nakað gott, gevandi og innihaldsríkt.

Fótatraðk takkar Kvinnufelagnum - fyri innbjóðingina til hetta tiltak - og Andreu fyri ein góðan og gevandi fyrilesturin. Harnæst takka vit í Fótatraðk Andreu fyri signeraða eintakið av bókin ”Færøske danse- og sanglege”, sum hon valdi at lata dansifelagi okkara.

Onkur limur hjá Fótatraðk nevndi eftir fyrilesturin, at tað kundi verið bæði áhugavert og stuttligt, um tann komandi Landsdansistevnan hjá Sláið Ring valdi at seta dansispølini á breddan, har øll limafeløgini framførdu eitt dansispæl hvør.

Ólavur Eysturdal, yngri

Foredrag om færøske dansespil

Monday, November 7th, 2011

Mandag den 14. november har den færøske kvindeforening i København inviteret Andrea Susanne Opielka til at holde et foredrag om sin nye bog ”Danse og sanglege på Færøerne”. Foredraget vil blive afholdt i det færøske hus kl.19.00 hvor alle – både mænd og kvinder – er hjertelig velkomne.

Andrea, som er uddannet folkeskolelærer og ydermere har læst musikvidenskab, kunsthistorie og tysk litteratur på universiteterne i Heidelberg og Bochum, tog i vinterhalvåret 2002-2003 til Færøerne i 5 måneder hvor hun skrev sit speciale om færøsk dans sammen med sin vejleder Eyðun Andreassen, professor i etnologi. Dette førte til en magisterafhandling ”Dans på Færøerne – studier om en gammel tradition” på Bochum universitetet i 2003, som blev efterfulgt af af en Ph.d.-afhandling om“ færøske danse og sanglege – oprindelse, udbredelse og nutidig tradition“. Dette er grundlaget for hendes nye bog, som hun vil holde foredrag om i det færøske hus på Vesterbrogade 17A.

Andreas nye bog er det første værk nogensinde, som udelukkende tematiserer de færøske dansespil (dansispøl) med beskrivelser af 23 forskellige danse, hvoraf mange med tiden anses for at være uddøde. I bogen bliver alle danse- og sanglege sat i en nordisk kontekst, de beskrives udførligt i deres fællesnordiske oprindelse og der inddrages paralleller til lignende folkedanse i de andre nordiske lande. I Andreas nye bog ligger hovedvægten dog altid på forbindelserne mellem de færøske og de danske danse- og legeformer, fordi alle udefrakommende danselege med f. eks norsk og tysk oprindelse kom til Færøerne via Danmark.

Dette værk anses for at være et særdeles betydningsfuld bidrag til den færøske kulturarv, som alle interesserede færinger og skandinaver, færøske danseforeninger, nordiske folkedansere og forskere kan få stor gavn af i fremtiden. Bogen, som er på 388 sider, kan købes i det færøske hus denne aften for kun kr.300,- og kan også bestilles hos det færøske forlag ”Forlagið Fróskapur” til kr.348,- (ISBN-nr: 978-99918-65-33-1) ved at skrive til frodskapur@setur.fo

Den færøske danseforening i København ”Dansifelagið Fótatraðk” takker Andrea for hendes engagement og store interesse for vores danse og sangtraditioner, og vi anbefaler alle interesserede til at komme ind i det færøske hus og høre mere om det storslåede arbejde med de færøske danse og sanglege.

Det koster kr.40,- at komme ind til foredraget og med i prisen er kaffe og kage. Alle er velkomne.

Várið 2012

Sunday, November 6th, 2011

Dansikvøldini fyri Várið 2012 eru løgd.
Dansað verður hesi sunnukvøld kl. 18.00:

- 29. Januar
- 12. Februar
- 26. Februar
- 11. Mars
- 25. Mars
- 1. Apríl
- 15. Apríl
- 29. Apríl

Harumframt verður Trettandakvøld úti á garðinum í Ballerup fríggjadagin 6. Januar, Føstulávintsdansurin verður í Føroyahúsinum Leygardagin 18. Februar og Várveitslan verður 5. mai.

Lýsingarátakið: Føroyskur dansur – Graml og sannleikar

Friday, October 21st, 2011

Ofta verður sagt, at bert eldri fólk dansa føroyskan dans. Hetta er ikki satt. Nógv eldri fólk dansa, tað er satt, men ung dansa sanniliga eisini føroyskan dans. Tey, skylja seg tó ikki altíð so væl burturúr mongdini, tí tey líkjast øllum øðrum vanligum ungdómi. Tey eldru sum dansa, skylja seg av og á burturúr fjøldini, antin tí tey eru kend kvæðafólk, duga stórtsæð øll kvæðir og vísur, ella tí tey hava sera stóran áhuga í føroyskari mentan og dansi.

Fá eru tey, ið eru uppvaksin við føroyskum dansi, men hóast hetta verður vanliga sagt at bert hesi dansa føroyskan dans, og øll onnur kunnu tískyl ikki duga slíkt. Hetta gramlið er heldur ikki satt. Tey fáu, ið eru ”uppvaksin” við føroyskum dansi koma einamest av bygd, har ein stórur partur av bygdamentanini er at dansa føroyskan dans. Hetta eru bygdir sum Dalur, Sumba og Nólsoy.

Eitt tað kendasta gramlið ið ger, at fólk oftani halda seg burtur frá føroyskum dansi, er at tey halda, at tey skulu ”skipa” fyri at vera við. Hetta gramlið er eisini ósatt. Satt at siga eru tað oftast tey somu fáu, ið skipa, ímeðan hini í ringinum kvøða við. Skiparin hevur ábyrgdina av at gjøgnumføra vísuna ella kvæðið, men ikki tann vanligi dansi luttakarin. Skiparin er sum ein vertur fyri dansin. Fyri at verða skipari krevst sjálvandi at man sjálvur ynskir at gerast skipari, og at man lesur uppá og fyrireikar seg.

Um tú oftani hevur hugsað tær at ganga til føroyskan dans, og nú hevur funnið tær hugin til hetta fram, so hevur tú í vetur møguleikan annaðhvørt sunnukvøld, tá ið vit dansa á 1. hædd í Føroyahúsinum.

Tað er bert at møta upp, sum siður er, og til ber eisini at ringja til ein av nevndarlimunum, um okkurt er at spyrja um – sjá heimasíðu okkara.

Vit gleða okkum at síggja teg.

Lýsingarátakið: Føroyskur dansur – Læran

Wednesday, September 21st, 2011

 

Tað fyrsta tú skalt leggja tær í geyma, er at føroyskur dansur er samansettur av trimum eginleikum. Tann fyrsti eginleikin er søgan – altso teksturin, sum verður kvøðin.

Tann næsti eginleik er lagið (tónarnir), sum skapar hug og hugna. Sjálvt lagið avgerð oftast, um kvæðið er syrgiligt ella stuttligt.

Tann triðji eginleikin er sjálvi dansurin, rørsla og stev.

Tað fyrsta tú lærir, er at kenna stevini. Vit stíga tvey stig til vinstru og eitt til høgru, so leingi dansurin gongur. Harnæst skalt tú ikki føla teg býttan, bara tí tú ikki dugir at kvøða við, men harafturímóti heldur lurta eftir niðurlagnum og kvøða við til tað, so gott tú kanst. Tað er rættiliga lætt.

Tann størsta avbjóðingin er at læra ørindini. Fyrstu fer tú ert við til at kvøða eina vísu  – Ólavur Riddararós til dømis – er tað eitt gott hugskot bert at lurta eftir øllum 38 ørindunum og at kvøða við til niðurlagið . Aðruferð tú kvøðir Ólav Riddararós, kennir tú orð og vendingar aftur. Longu her hevur tú lært eina hálva vísu. Triðju ferð tú kvøðir Ólavur Riddararós, dugir tú so gott sum alla vísuna. Við øðrum orðum, so nýtist tær als ikki at seta teg niður at lesa uppá – hetta kann tó vera ein góð hjálp hjá okkum øllum, ið dansa føroyskan dans.

Skiparin er tann, ið skipar og stýrir dansinum. Hini í dansinum stíga somu stig sum skiparin. Skiparin avgerð hvat lag han leggur til kvæðið, og hann kvøðir ørindini á sín hátt. Vanliga er ikki stórur munur á, men tað kann vera munur á, hvussu kvøðið verður, alt eftir um skiparin kemur sunnanífrá ella norðanífrá.

Nú ert tú klár/ur til at dansa, og vit hjálpa tær á veg.


				

Úr lýsingarátaki okkara: Formaðurin

Wednesday, September 7th, 2011

Ein tann fornasti siður føroyinga, er tann føroyski dansurin.

Í øldir hava gomul og ung funnið saman á dansigólvinum, og er hesin siður ein tann elsti, ið vit føroyingar eiga. Í teimum smáu bygdunum og úti á oyggj var siður til høgtíðirnar og til hátíðarligu veitslurnar, at alt fólkið savnaðist til hugna og dans. Tíðliga í 20 øld settu forfedrar okkara dansifeløg á stovn runt umkring oyggjarnar við serligum dansistovum. Somuleiðis hava útisetar eisini sett dansifeløg á stovn í fleiri donskum býum, og eitt teirra er Dansifelagið Fótatraðk, sum heldur til í Føroyahúsinum í Keypmannahavn.

Vanliga verður sagt, at bert eldri fólk dansa føroyskan dans, og partvíst er hetta eisini rætt, men flestu limir okkara eru lesandi føroyingar 20-40 ára gamlir. Dansifelagið Fótatraðk er eitt livandi dømi um, at gomul og ung kunnu vera partur av somu eind, ið hevur sama endamál.

Vit eru 30 limir í Dansifelagnum Fótatraðk, og eru vit sera virkin og áhugaði í føroyskari mentan, og mentanarligum tiltøkum og veitslum, og okkum tørvar altíð nýggjar limir, ið kunnu vera við til at mynda felagið og tryggja dansinum eina framtíð her í Keypmannahavn.

Vit bjóða tær og tínum at støkka inn á gólvið í Føroyahúsinum til okkara vanligu dansikvøld. Vit dansa annaðhvørt sunnukvøld. Nær hesi eru, kanst tú síggja í skránni í hesum faldara.

Við dansikvøðu

Formaðurin

Nú dansa vit aftur, kom við ?! :)

Wednesday, August 31st, 2011

Summarið er byrjað at halla og fólk eru so smátt komin niður aftur at lesa og arbeiða. Vit hava í August mánaða sett upp plakatir og faldarar við boðskapi felagsins um føroyskan dans og felagskap á fleiri ymiskum kollegium, almennum støðum og í Føroyahúsinum. Ein serlig tøkk skal ljóða til Astrid, sum hevur verið runt við plakatum og til tykkum, sum hava tikið plakatir við í kvøld til at hanga upp í nærumhvørvi tykkara. Við hesum vóna vit at kunna bjóða nýggjum limum vælkomnin í felagið.

Í kvøld dansaðu vit so aftur, og dansurin gekk sera væl. Jan B hevur tikið á seg at skipa 10-20 øðrindi av Ámundsrímu hvørt dansikvøld, sum vit hava sett á skránna til at læra hetta Heystið. Katrin og Róald eru komin niður aftur til okkara í eina tíð saman við dóttrini, og vit bjóðaðu í kvøld 5 nýggjum limum vælkomin í felagið. Vit takka tykkum øllum fyri íblástur og áhuga tykkara til felag okkara.

Vit skulu í næstum tosa um dansispøl, føðingardags dans og Kulturnáttina. Heystið 2011 hevur nógv gott at bjóða okkum, og ikki fyri at gloyma Jólaátið, ið verður Leygardagin tann 10. December.

Um tú, sum lesur hetta hevur hug til at dansa okkurt kvøldi, at vita hvat Fótatraðk er fyri eitt felag, og hvat vit gera, so ert tú vælkomin í Føroyahúsið til eitt dansikvøld. Eisini eru børn vælkomin við. Vit dansa aftur næstu ferð 11. september kl.18.00. Í skránni sært tú hvat vit m.a. kvøða og nær vit dansa. Vit ynskja at bjóða øllum føroyingum eitt frírúm við føroyskum dansi, sangi, práti og stuttleika.


Við vón um ein góðan dansivetur.
Ólavur Eysturdal, formaður

Føroyskur dansur 28. August kl.18.00

Tuesday, August 16th, 2011

So er tíðin komin til aftur at byrja ein nýggjan dansivetur.

Dansifelagið Fótatraðk bjóðar øllum at vera vælkomin til limakvøld í Føroyahúsið, har vit sum altíð bjóða kaffi, te og heimabakaða køku. Vit fara sjálvandi eisini upp á gólv.

Vit vóna at síggja fleiri nýggj sum kend andlit.

Øll eru vælkomin.

Dansifelagið Fótatraðk søknast eftir dansifólki

Saturday, July 30th, 2011

Nú eru vit so smátt byrjaði at dansa aftur. Vit dansaðu til almennan føroyskan dans til Ólavsøkuhaldið í Føroyahúsinum herfyri, og byrjaðu vit samstundis eitt nýtt lýsingarátak til tess at vekja áhugan fyri føroyskum dansi ímillum føroysku útisetisetarnar.

Í Føroyahúsinum hava vit sett upp eina plakat við tilhoyrandi faldara, har vit greiða frá um føroyska dansin og dansifelagið. Í næstum fara vit at hanga fleiri plakatir við faldarum upp ymsastadni í Keypmannahavn til tess at kunngera boðskap okkara um føroyska dansin. Um nakar ynskir eina plakat til at seta upp á kollegium, arbeiðsplássum, kulturhúsum og aðrastaðni, so eru tit vælkomin til at seta tykkum í samband við okkum. Sjá “samband” og skriva ella ring til ein nevndarlim.

Vit hava plakatir við tilhoyrandi faldarum og eisini plakatir uttan faldarar. Sjá leinkjuna niðanfyri.

93962+Fót.. (1)

Vit vóna og ynskja at hetta átak okkara fær góða undirtøku – serliga millum tey yngru lesandi, men eisini tilkomin og eldri, og at vit fara at síggja nógv nýggj andlit í lítla dansifelagi okkara. Fyrsta vanliga dansikvøldið eftir summarfrítíðina verður Sunnukvøldið 28. august kl.18.00 í Føroyahúsinum.

Ring á huraklokkuna hjá MFS, tá tú kemur.

Formaðurin

Heimasíðan eitt ár í dag

Thursday, April 14th, 2011

Í dag er júst eitt ár síðani, vit fingu nýggja heimasíðu, og er tað sera viðkomandi hjá okkum at hyggja aftur í tíðina og spyrja okkum sjálvi, hvat vit hava fingið burturúr, og um heimasíðan hevur livað upp til tað, vit vónaðu.

Á landsdansistevnutúri okkara í fjør, tóku vit myndir hjá Per á Hædd uttanfyri Norðurlandahúsið, sum m.a skuldu brúkast til heimasíðuna, og komu tær okkum sera væl við til ymsu greinarnar, ið vit hava skrivað og tær lýsingar vit hava gjørt til tiltøk okkara. 

Líta vit aftur á tær viðmerkingar fólk hava givið okkum tað seinasta árið, so kunnu vit ikki annað enn at fegnast. Vit hava fleiri ferðir frætta, at heimasíða okkara er sera virkin, hent og vøkur við góðum grundleggjandi tilfari.

 Tað einasta, vit sum so hava frætt at heimasíðan hevur manglað, eru serliga felagsmyndir, sum hava verið tiknar til tiltøk okkara og fleiri prentvinarlig kvæðir og vísur, men tað hevur Høgni Holm, næstformaður okkara, nú tikið sær av. Vit vænta, at vit í summar fara at leggja enn fleiri kvæðir og vísur út á heimasíðuna, enn higartil. Vit heita í hesum sambandi á gamlar limir og øll tey, sum hava onkrar góðar viðkomandi myndir liggjandi, um at senda tær til okkara. Um onkur í øðrum dansifeløgum hava myndir, tey ynskja skulu verða løgd út á heimasíðu okkara, so ber til at venda sær til nevndina hesum viðvíkjandi. Tað kundi verið myndir frá Landsdansistevnum til dømis.

Kvæðini og vísurnar, eru nú broytt frá at vera html-fílar til at vera pdf-fílar, so tey nú kunnu prentast út. Hetta er nógv høgligari fyri tey, sum skipa og tey sum plaga at lesa upp á kvæðir og vísur annars.

Heimasíðan hevði fram til Apríl mánaða í fjør gott og væl 500 til 1000 vitjandi um mánaðin, men síðani er talið komið upp á 2500 vitjandi um mánaðin. Hetta fegnast vit stórliga um, tí tað merkir, at tann arbeiðsorka vit hava lagt í heimasíðuarbeiðið hevur verið okkum ein góð íløga.

Harafturat fegnast vit eisini um at t.d Føstulávintsdansurin, sum vit skipaðu fyri 4. Mars var sera væl vitjaður. Vanliga hava 45-50 fólk verið til okkara árliga føstulávintsdans, men í ár vóru tað yvir 90 fólk, ið hugdu inn á gólvið. Felagið hevur fingið fleiri nýggjar limir hetta seinasta árið, eftir at so nógvir av okkara trúgvast limum eru fluttir heim aftur til Føroya, og tað er okkum tann stórsta gleðin, tí uttan limir, er einki dansifelag, og harvið heldur eingin almennur føroyskur dansur. Eisini kunnu vit fegnast um at onkrir skiparar eru byrjaðir at spretta ímillum limir felagsins.

Enn mangla vit at fáa ljóðupptøkur lagdar út til tey ymisku kvæðini, men hetta verður nokk ein tíðarkrevjandi verkætlan. Eisini mangla vit at gera eina síðu um føroysk klæðir her á heimasíðuni.

Men tá alt kemur til alt, so eru øll tey mál vit settu okkum í fjør – tá ið vit fingu okkara nýggju heimasíðu – rokkin, og ætla vit framhaldandi at menna heimasíðu okkara. Og í hesum sambandi ynskja vit at takka øllum teimum, sum onkusvegna hava verið við til hesa menning.

Ólavur Eysturdal, yngri

Dansispøl

Tuesday, March 15th, 2011

Mong munnu tey vera, sum ongantíð áður hava dansað dansispøl, og nógv spyrja seg sjálvi hvat dansispøl er fyri nakað – eisini limir okkara í Dansifelagnum Fótatraðk. Fyrstu ferð vit dansaðu dansispølini – seinasta Heyst – vóru fleiri, ið hvørki dugdu ella ánaðu hvussu hetta fór fram og hvussu dansast skuldi, men nú er av álvara komin gongd í, og stevini byrja eftirhándini at koma undir fót. Hesa várhálvuna hava vit sett dansispølini á skránna til hvørt dansikvøld, umframt at vit dansa vanligan føroyskan dans. Hetta ger eisini, at vit uppliva nýggjan stuttleika, ið er sera sjáldsamur.

Dansifelagið Fótatraðk luttekur hvørt ár á mentanarnátt í Føroyahúsinum við vanligum føroyskum dansi, men í ár verður eitt sindur øðrvísi. Ætlanin er – tá Føroyahúsið skipar fyri mentanarnátt í oktober – at vit skulu framvísa dansispølini fyrst á kvøldinum og síðani enda kvøldið við tí vanliga føroyska dansinum.

Kirsten Dam, ættað úr Sumba, sum í mong ár hevur verið ein av virknastu limunum í føroyingfelagnum í Hvidovre og nú eisini er virkin í Dansifelagnum Fótatraðk, lærir frá sær í hesum gamla dansisiði.

Hetta er ein góður møguleiki hjá útisetum at læra og uppliva meira av tí fornu føroysku samveruni og hvussu til ber at stuttleika sær saman við øðrum á gamlan hátt.

Tey sum hava hug eru vælkomin í Føroyahúsið at dansa saman við okkum. Einki krav verður sett, hetta er gamal stuttleiki, ið næstan ongin dugir, sum vit royna at læra okkum og fegin vilja deila við onnur.

Støkk inn á gólvið sunnukvøldið 20. mars k l.18.00-21.00 í Føroyahúsinum.

Her dansa vit “Gomlu Ketu”: http://www.youtube.com/watch?v=qsIe5R9FRoY

Ólavur Eysturdal