Fótatraðk News

Aðalfundar frásøgn

Monday, February 7th, 2011
Nevndin

À myndini frá vinstru: Tórmóður Djurhuus, Òlavur Eysturdal, Astrid Johannesen, Jógvan Páll Simonsen og Høgni Holm

Tann 6. februar høvdu vit aðalfund í Fótatraðk. Fundurin gekk væl, undirtøkan var stór, og 19 fólk møttu upp til fundin. Harímillum trý nýggj fólk, sum so eisini valdu at gerðast limir. Formaðurin Ólavur Eysturdal byrjaði fundin við at halda eina góða røðu um tað farna kvæðaárið. Hann nevndi millum annað tey tiltøk, íð felagði hevur verið til í farna árið, og hvussu tað hevur gingist. Og at enda legði hann dent á, at limirnir eru lív felagsins, og harvið fer nevndin at royna at fáa fleiri limir i komandi kvæðaári.

Nógv ymisk mál vórðu viðgjørd á fundinum, millum annað tann komandi føstulávintsveistlan, íð verður tann 4. marts i Føroyahúsinum. Harumframt vórðu uppskot til broyting av víðtøkum felagsins lagdar fram. Talan var mest um endurnýggjingar av teimum gomlu viðtøkunum.

Nýggj nevnd varð eisini vald. Ólavur Eysturdal, Jógvan Páll Simonsen, Tórmóður Djurhuus, Astrid Johannesen og Høgni Holm stillaðu upp til nevnd, og tey vórðu øll vald inn. Eftir aðalfundin, møttist tann nýggja nevndin og varð skipað. Tann nýggja nevndin varð soleiðis skipað:

Formaður: Òlavur Eysturdal

Næstformaður: Høgni Holm

Kassameistari: Jógvan Páll Simonsen

1. tiltakslimur: Tórmóður Djurhuus

2. tiltakslimur: Astrid Johannesen

Høgni Holm

Ræstkjøtaveitlsan hjá Ballerupfelagnum

Sunday, January 30th, 2011

Í gjár, Leygardagin 29. Januar var árliga ræstkjøtaveitslan hjá Ballerupfelagnum hildin í Føroyahúsinum.

Tað mundi vera eini 100 gestir, ið vitjaðu. Umframt Súpan og ræst kjøt varð skonkt við snapsi, øli og víni.

Heini Davidsen, formaður í Ballerupfelagnum var vertur, og var hann eisini undirhaldandi, tá hann tók orðið. Sum vanligt er til slíkar veitslur, var eisini felagssangur við fylgisspæli, røður vórðu eisini bornar fram, og sjálvandi varð farið upp á gólv.

Limir hjá Fótatraðk vóru eisini møttir og skipaðu fyri føroyska dansinum. Eftir borðhaldið varð dansað frá borðium út í gongina, sum siður er hjá Ballerupfelagnum. Fólk tóku væl undir og dansað varð í tveimum umførðum. Í fyrsta umfarði vórðu nøkur av teimum kendastu fótatraðkunum og løttu vísunum kvøðin, síðani var borðreitt við kaffi og køku og eisini varð møguleiki at keypa lutaseðlar.

Seinni varð aftur farið upp á gólv, og vórðu tá jólini tald. Seinasta vísan, sum varð kvøðin var Ole Morske. Tey, sum orkaðu at dansa við í “Ole Morske-týttadansi” fingu av álvara sveittan fram og fleiri vóru tey, ið flennandi hugdu at. Sum skylst hildu tey skiparan vera so stuttligan og fullan, tá hann dansaði so skjótt, at fólkini koppaðu afturav. Navnið á hesum stuttliga og dugnaliga skipara verður av trygdarávum ikki kunngjørt her á síðuni.

Aftaná – tá gestirnir høvdu fingið ondina aftur – var enskur dansur á skránni.

Ólavur Eysturdal

Árið, ið fór og árið, ið kemur

Wednesday, December 15th, 2010

Nú nærkast jólini, og eru tískyl nógvar jólaveitslur runt umkring. Jólaveitslan hjá Fótatraðk varð hildin á Øresundskolleginum herfyri.

Hóast vit vóru sera fá, samanborið við hvussu nógv vit plaga at vera, so var jólaveitslan stak hugnalig. Vit fingu durðasnaps, ótu góðan mat, sungu nógvar sangir, høvdu okkara føstu “gæt og grimasser -spøl” og kvóðu til langt út á náttina. Øll vóru í góðum lag. Samanum tikið gekk alt upp á stás.

Nú vit eru komin væl út í adventstíðina og fólk fyrireika seg til jóla, halda vit í dansifelagnum ein lítlan jólasteðg hóast dansitíðin nú av álvara er byrjað. Annað jólakvøld dansa vit ikki, hóast tað er vanligt at dansa tá, men til Trettanda fara vit upp á gólv úti hjá Føroyingafelagnum í Ballerup (hetta verður 7. jan 2011), sum heldur til í húsunum “úti á Garði”.

Skráin fyri Várið 2011 er útkomin og kann síggjast her á heimasíðu okkara. Okkara fyrsta vanliga dansikvøl í tí nýggja árinum verður Sunnudagin 23. Januar 2011 kl. 18.00-21.00. Tann 6. Februar verður Aðalfundur og á Føstulávint (fríggjadagin 4. Mars) skipa vit fyri almennum føroyskum dansi í Føroyahúsinum, har vit vóna at fáa góða undirtøku. Vit hava dugnaligar skiparar í felagnum, umframt at vit ætla at bjóða onkrari kvæðakempu úr Føroyum niður at dansa saman við okkum. Tí vilja vit eisini heita á Føroyingar, ið vitja í Keypmannahavn um at koma í dans í Føroyahúsinum á Føstulávint.

Annars skal sigast, at nógvir av okkara trúgvastu limum eru fluttir heim til Føroya hetta seinasta árið. Tað er sjálvandi gleðiligt, tí eftir loknan lestur er tað einans natúrligt at flyta heim aftur til familju og vinfólk, men tað hevur haft sínar fylgir fyri dansifelagið. Samanbera vit hvussu nógv eru flutt heim hetta seinasta árið, saman við hvussu nógv nýggj eru komin til, so stendur felagið fyri eini stórari avbjóðing. Enn eru góðar kreftir í felagnum, sum verðuliga styrkja og stuðla endamálum felagsins, men um afturgongdin av limatalinum heldur áfram, kann tað fáa avleiðingar fyri tiltøk og lív felagsins. Vit heita tí inniliga á allar Føroyingar, ið eru áhugaðir í føroyskum dansi um at stuðla lívi og tiltøkum felagsins, við bert at luttaka til onkur av okkara dansikvøldum. Øll eru hjartaliga vælkomin, lesandi, ung, eldri, einstaklingar og familjur – Øll.

Síðan vilja vit eisini bjóða øllum, sum vanliga dansa heima í Føroyum at vera hjartaliga vælkomin inn á gólvið í Føroyahúsinum, tá tit vitja á flatlondum. Tey, sum av ymiskum orsøkum noyðast at flyta niður í styttri tíð ella fyri at búgva fast eru eisini meira enn vælkomin.

Við hesum vil undirritaði vegna nevndina ynskja øllum eini Gleðilig jól og eitt Gott nýggjár, við tøkk um tað brátt farna.

Ólavur Eysturdal, formaður

Lundavísan

Monday, November 1st, 2010

Um ein hevur hug at lurta eftir lundavísuni, ber til at taka hana niður við at trýsta á leinkjuna niðanfyri. Teksturin til vísuna er at finna í kvæðasavninum. Lundavísuna hava undirritaði, og danski sjónleikarin Bent Jacobsen yrkt. Á hesi upptøkuni verður hon ikki kvøðin á vanligan hátt, men er innsungin ”a ca pella” av donsku kvartettini “Schwanzen Sänger Knaben” í Juni mánaða ár 2008. Lundavísan er ein táttur á 15.øðrindi, yrktur til minnis um tveir ávísar mótstríðandi samfelagsbólkar í Føroyum, nakrar ávísar føroyskar politikarar og ein embætismenn. Hvørjir hesir eru kann tann sum lurtar sjálvur sleppa at rokna seg fram til. Fyrimyndin til vísuna var Fuglakvæðið hjá Nólsoyar Páll.

Lundavísan er á donskum og hevur sama lag sum Sinklarsvísa.

Trýst her: Lundavísan

Ólavur Eysturdal

Dansispøl

Friday, October 22nd, 2010

Nú Heystið er komið, og vit so smátt eru byrjaði at dansa aftur, hava vit tikið upp ein nýggjan tátt.

Seinasta dansikvøld, sunnukvøldið 17. oktober, tóku vit upp dansispøl, sum vit hava tosað um í so langa tíð. Hetta eydnaðist bara væl, hóast fá av okkum áður høvdu roynt hetta. Róald Johannessen og Kirsten Dam lærdu okkum spælið “ride Edeling”, har vit deildust upp í tvær røðir, menn øðrumegin og kvinnur hinumegin. Stuttligt var at gera afturstig og svinga eitt sindur við beinunum. Tað var ikki so lætt í byrjanini, tá man einans var vanur at dansa ketudans.

Næsta dansikvøld (sunnudagin 31. oktober kl.18.00-21.00) dansa vit sjálvandi vanligan føroyskan dans, sum vit plaga, men ætlanin er tá eisini at taka upp bandadans.

Hetta er eitt gylt høvi hjá føroyskum útisetum at koma í samband við tær føroysku dansirøturnar. Næstan eingin okkara hevur roynt hetta áður, og vilja vit tí heita á allar útisetar, sum duga væl og teir, ið als ikki duga um at koma at taka lut í hesum stuttleika saman við okkum. Einki krav verður sett til nakran. Hetta er nakað, vit gera fyri at styrkja felagskapin og fyri gera okkara aldargomlu dansi- og kvæðamentan meira livandi fyri hvønn einstakan.

Ólavur Eysturdal

Formannsskifti í felagnum

Sunday, October 3rd, 2010

Fyri stuttum valdi Róald Johannessen úr Dali at fara frá sum formaður í Fótatraðk. Róald hevur í nøkur ár verið sera aktivur í dansifelagnum, ímeðan hann hevur verið í holt við hægri lestur her í Keypmannahavn, og serliga hevur hann verið felagnum ein góður og dugnaligur skipari. Hann heldur tó fram í nevndini sum skrivari. Í hansara stað er komin Ólavur Eysturdal úr Klaksvík.

Ólavur, sum fyrr var skrivari í felagnum og Róald vóru báðir valdir í nevnd á aðalfundinum seinasta Februar saman við Jógvan Páll Simonsen, sum er kassameistari.

Admin

Fótatraðk á ferð í Føroyum

Monday, May 10th, 2010

Um vikuskiftið var dansifelagið í Føroyum fyri at luttaka á Landsdansistevnuni 2010, sum í ár varð hildin í Skopun tann 8.mai. Vit vóru 14 limir úr felagnum á hesi ferð. 

Fríggjadagin hittust vit í Norðlandahúsinum í Havn til myndatøku við Per á Hædd fotografi, og síðani gekk leiðin oman í Skansastovu kl.18 har vit saman við dansifelagnum “Tøkum Lætt” høvdu leigað buss. Haðani fóru vit yvirum Skopunarfjørð og suður til Dals har vit gistu á Toft.

Sum upphiting til sjálva stevnuna bjóðaðu Fótatraðk og Tøkum Lætt saman við dansifeløgunum í Sandoynni til Dans í Dansistovuni í Dali. Serliga áhugavert var tað livandi gólvið, sum vit ikki høvdu roynt áður. Hildið var á langt út á náttina við felagssangi, kvøðing og dansi.

Leygardagin fóru vit at ganga túr og síggja okkum um í bygdini, og lurta eftir bygdafólkunum, sum greiddu frá um lívið í Dali fyrr og nú. Veðrið var av tí fagrasta og náttúran serstøk.

Seint seinnapartin settu vit so kósina norður til Skopunar. Landsdansistevnan varð sett á Kajuni í Skopun av Vilhelminu Larsen, har uml. 450 fólk luttóku. Hareftir varð farið niðan í Samljóð til borðhaldið, har allir formennirnir í dansifeløgunum førdu fram røðu. Tá borðhaldið varð av fóru øll upp á gólv og dansað varð til Ternan sigldi eykatúr úr Skopun kl.5 sunnumorgun.

Alt í alt var hesin túrurin einastandandi, og væl eydnaður. Vit í Fótatraðk vilja takka øllum sum hava verið við til at skipa fyri og vóna at hetta verður líka væl eydnað tá Eysturoyar dansifelag skal skipa fyri landsdansistevnuni í 2013. Ein serlig tøkk skal ljóða til Per á Hædd, fotograf fyri at stuðla Fótatraðk við myndum sum er ætlað til ymiskt virki felagsins.

Skrivað hevur Ólavur Eysturdal, skrivari í Dansifelagnum í Fótatraðk, Keypmannahavn

Fótatraðk hevur fingið nýggja heimasíðu

Wednesday, April 14th, 2010

Skrivað hevur Ólavur Eysturdal

 

So eydnaðist tað okkum endiliga at fáa okkara nýggju heimasíðu upp at koyra. Tann gamla heimasíðan var vorðin ov ótíðarhóskandi og trupul at arbeiða við, og tí avgjørdi nevndin í dansifelagnum at gera eina nýggja. Fram til tann 16 mai royndarkoyra vit heimasíðuna og vóna, at allir limir felagsins og vitjandi annars geva okkum teirra meining, um hvat tey halda um hana. Tú kanst senda tína viðmerking á fotatradk@hotmail.com. Allar viðmerkingar eru vælkomnar – rós, klagur, hugskot til broyting osfr.

Endamálið er, at heimasíðan skal verða Fótatraðks andlit útattil, og ein bási har limir og vitjandi kunnu finna viðkomandi tilfarð, sum eitt føroyskt dansifelag kann bjóða. Tað verður seg kvæðir, upplýsing um dansikvøld, tiltøk, ferðir, myndir, tídindi, info um føroyskan dans, føroyska mentan og mangt annað. Harafturat ynskja vit, at allir føroyingar í útlegd skulu hava møguleikan at koma saman um tann føroyska dansin. Tað er okkara grundhugsan, at okkara kvæðamentan er lív laga í mong ár í framtíðini, og vón at øll áhugaði støkka inn á gólvið til okkara dansikvøld og tiltøk. Hetta vilja vit, at heimasíðan skal hjálpa okkum við.

Ein serlig tøkk skal ljóða til teldufrøðingin Michael Helsvig og virki hansara “Open Tech SmbA” fyri vælvild, hjálp og framleiðslu av nýggju heimasíðuni. Vit vóna, at øll vilja taka væl ímóti henni, og at hon nú eins og í framtíðini verður viðkomandi fyri øll.