Fótatraðk nýggja heimasíðu

Heimasíðan verður væl vitjað

Tuesday, September 27th, 2011

Eftir at nýggja heimasíðan varð tikin í brúk í Apríl í fjør hevur hon frá januar 2010 at rokna haft íalt 46.162 vitjandi fram til dags dato. Tað er í miðal 2198 internetbrúkarar um mánaðin.

Í 2010 hevði heimasíðan í alt 22.408 vitjandi, sum í miðal er 1.867 um mánaðin, og 61 vitjandi um dagin.

Higartil í ár (pr. 1. Januar – 27. september) hevur heimasíðan Í alt  haft 23.754 vitjandi, og tað er 2639 um mánaðin og  87 um dagin.

Tað sum er stuttligt at nevna er hvørji tey vitjandi eru. Trý lond skiftast um at hava fyrsta, annað og triðja pláss. Tey eru Føroyar, Danmark og USA. USA hevur fleiri mánaðir ligið á einum fyrsta plássi ímeðan Danmark ella Føroyar hava haft meira enn 10% færri vitjandi.

Tað sum tey flestu vitjandi eru áhugaði í eru vísur og kvæðir. Serliga hava tey vitjandi hugt at Brynhildartátti her í september mánaða, men annars er tað eitt sindur skiftandi hvørjar vísur tey vitjandi leita eftir.

Skrivað hevur Ólavur Eysturdal