Post Archives from the ‘fyrsta greinin’ Category



Føstudansur 2013 – Almennur føroyskur dansur

Posted on: January 13th, 2013 by

  Árligi føstudansurin hjá Fótatraðk verður í Føroyahúsinum leygardagin 9. februar kl.19.00-01.00 Kl. 19.30 verður felagssangur við sangheftum og harmonikuspæli, og eftir sangin verður farið upp á gólv. Barrin verður opin alt kvøldið og møguleiki verður at keypa sær breyð við føroyskum viðskerða, køku, te og kaffi. Atgongd kr 80,- Vitja Føstudans-tiltakið á facebook við at trýsta á hesa leinkju: Continue reading the story "Føstudansur 2013 – Almennur føroyskur dansur"

Jólaheilsan frá Fótatraðk

Posted on: December 17th, 2012 by

Enn eitt ár er um at vera farið, og líta vit tí aftureftir eina stund. Vit vilja fegin takka hvørjum einstøkum persóni, sum hevur víst felagnum áhuga í ár, heríblant okkara nýggju limum og teimum, sum hava verið við til at ríka um tiltøk og dansikvøld okkara. Ein hjartans tøkk skal eisini ljóða til øll tykkum Continue reading the story "Jólaheilsan frá Fótatraðk"

Heystdansur í Føroyahúsinum

Posted on: September 15th, 2012 by

Leygardagin 29 september verður almennur føroyskur dansur í Føroyahúsinum í Keypmannahavn. Tað er Dansifelagið Fótatraðk, ið skipar fyri. Seinastu árini hevur føroyska dansifelagið í Keypmannahavn skipað fyri árligum føstudansi, sum er hvørja føstulávint, og nú undirtøkan fyri almennum føroyskum dansi er vaksandi í Keypmannahavn, hevur dansifelagið avgjørt at seta enn eitt tílíkt tiltak á skránna. Continue reading the story "Heystdansur í Føroyahúsinum"

Heystið 2012

Posted on: July 10th, 2012 by

Dansurin komandi Heyst verður nakað broyttur. Hetta hevur nevndin tikið stig til á nevndarfundi 2. juli, og eru hesar broytingar ein roynd til at skapa betri trivnað í felagnum umframt meiri virksemi. Dansikvøldini Fyrst og fremst verður heysthálvan stytt, samstundis sum dansað verður oftari. Harnæst verður dansað bæði sunnudagar og mánadagar kl.19.00-21.30. Mánadagsdansurin er ein roynd hjá Continue reading the story "Heystið 2012"

Tí dansa vit

Posted on: March 15th, 2012 by

Hoyr Sendingina >her<, sum Rás2 gjørdi við Fótatraðk Mikudagin 7.mars. Birita L Jóansdóttir og Ólavur Eysturdal, tosa um tað at dansa føroyskan dans, um dansifelagið og um dansitiltøkini sum felagið skipar fyri. Heimasíða felagsins er ein kvæðaportalur, og ungfólkið hevur fordómar, mótvegis føroyska dansinum, men dáma heilt væl at Continue reading the story "Tí dansa vit"

UNG í dans 26 februar kl.18.00

Posted on: February 21st, 2012 by

Dansifelagið Fótatraðk heitir á ungar føroyingar, um at melda seg til føroyskan dans. Dansur er í Føroyahúsinum 2 hvørt sunnukvøld, og nær hesi eru, ber til at síggja í skránni her á síðuni. Komandi ár verður Landsdansistevna í Føroyum, har Fótatraðk skal luttaka. Hesin dansitúrurin er ein uppliving fyri lívi, har vit fara Continue reading the story "UNG í dans 26 februar kl.18.00"

Føstudansurin – eitt slóðbrótandi dansitiltak

Posted on: February 21st, 2012 by

Væl livir tann føroyski dansurin. Fótatraðk hevur aftur í ár haft ein rimmar føstudans. Føstudansurin er eitt vaksandi dansitiltak. Leygardagin 18. februar 2012 løgdu 120 gestir leiðina framvið, Føroyingar, danir, normenn, sviðar, ja fólk úr øllum ættum. Tvey ár á rað hevur hetta tiltak samla útisetarnar og onnur Continue reading the story "Føstudansurin – eitt slóðbrótandi dansitiltak"

Føstulávintsdansurin 2012

Posted on: February 2nd, 2012 by

ALMENNUR FØROYSKUR DANSUR verður í Føroyahúsinum tann 18 februar 2012. Í fjør eydnaðist hetta dansitiltakið ómetaliga væl, hýrurin var fantastiskur og dansað var í fleiri tímar, har yvir 100 gestir luttóku - bæði ung og gomul. Føroyskur dansur er fyri øll og skapar frøði. Dansurin styrkir felagskap og knýtir vinarbond. Í ár er skráin hendan: kl.18 letur Continue reading the story "Føstulávintsdansurin 2012"

Dansispølini aftur á breddanum

Posted on: November 14th, 2011 by

Í kvøld hevur Andrea Susanne Opielka hildið ein sera áhugaverdan fyrilestur um føroysk dansispøl úr bók síni “Færøske danse- og sanglege”. Tað er føroyska kvinnufelagið, ið skipaði fyri. 40 fólk vóru komin at lurta – tey flestu føroyingar – og væl gekk hjá Andreu at greiða Continue reading the story "Dansispølini aftur á breddanum"

Foredrag om færøske dansespil

Posted on: November 7th, 2011 by

Mandag den 14. november har den færøske kvindeforening i København inviteret Andrea Susanne Opielka til at holde et foredrag om sin nye bog ”Danse og sanglege på Færøerne”. Foredraget vil blive afholdt i det færøske hus kl.19.00 hvor alle - både mænd og kvinder - er hjertelig velkomne. Continue reading the story "Foredrag om færøske dansespil"

Várið 2012

Posted on: November 6th, 2011 by

Dansikvøldini fyri Várið 2012 eru løgd. Dansað verður hesi sunnukvøld kl. 18.00:

- 29. Januar - 12. Februar - 26. Februar - 11. Mars - 25. Mars - 1. Apríl - 15. Apríl - 29. Apríl Harumframt verður Trettandakvøld úti á garðinum í Ballerup fríggjadagin 6. Januar, Føstulávintsdansurin verður í Føroyahúsinum Leygardagin 18. Februar og Várveitslan verður 5. mai.

Lýsingarátakið: Føroyskur dansur – Graml og sannleikar

Posted on: October 21st, 2011 by

Ofta verður sagt, at bert eldri fólk dansa føroyskan dans. Hetta er ikki satt. Nógv eldri fólk dansa, tað er satt, men ung dansa sanniliga eisini føroyskan dans. Tey, skylja seg tó ikki altíð so væl burturúr mongdini, tí tey líkjast øllum øðrum vanligum ungdómi. Tey eldru sum dansa, skylja seg Continue reading the story "Lýsingarátakið: Føroyskur dansur – Graml og sannleikar"

Lýsingarátakið: Føroyskur dansur – Læran

Posted on: September 21st, 2011 by

  Tað fyrsta tú skalt leggja tær í geyma, er at føroyskur dansur er samansettur av trimum eginleikum. Tann fyrsti eginleikin er søgan – altso teksturin, sum verður kvøðin. Tann næsti eginleik er lagið (tónarnir), sum skapar hug og hugna. Sjálvt lagið avgerð oftast, um kvæðið er syrgiligt ella stuttligt. Tann triðji eginleikin er sjálvi dansurin, rørsla og Continue reading the story "Lýsingarátakið: Føroyskur dansur – Læran"

Úr lýsingarátaki okkara: Formaðurin

Posted on: September 7th, 2011 by

Ein tann fornasti siður føroyinga, er tann føroyski dansurin. Í øldir hava gomul og ung funnið saman á dansigólvinum, og er hesin siður ein tann elsti, ið vit føroyingar eiga. Í teimum smáu bygdunum og úti á oyggj var siður til høgtíðirnar og til Continue reading the story "Úr lýsingarátaki okkara: Formaðurin"

Nú dansa vit aftur, kom við ?! :)

Posted on: August 31st, 2011 by

Summarið er byrjað at halla og fólk eru so smátt komin niður aftur at lesa og arbeiða. Vit hava í August mánaða sett upp plakatir og faldarar við boðskapi felagsins um føroyskan dans og felagskap á fleiri ymiskum kollegium, almennum støðum og í Føroyahúsinum. Ein serlig tøkk skal ljóða til Astrid, sum hevur verið runt Continue reading the story "Nú dansa vit aftur, kom við ?! :)"