Post Archives from the ‘Tíðindi úr Føroyum’ Category



Kapping fyri nýggjari Brúðarvísu

Posted on: October 25th, 2012 by

Landsdansifelagið Sláið Ring skipar enn einaferð fyri kapping, til tess at fáa nýggja Brúðarvísu til vega. Við hesum er lagt upp til, at øll, ið hava ein yrkjara goymdan innan í, skulu royna seg til tess at geva teimum føroysku brúðleypunum eina nýggja og lættari vísu enn tær gomlu, ið eru vornar ov tungar at Continue reading the story "Kapping fyri nýggjari Brúðarvísu"

UNG Í DANSI 2011 – Ung dansa føroyskan dans á Húsum

Posted on: August 31st, 2011 by

Fríggjakvøldið 16. og leygardagin 17. september skipar Sláið Ring saman við Klaksvíkar Dansifelag fyri stevnuni Ung í dansi 2011. Stevnan er fyri ungfólk í aldrinum 13 - 17 ár. Onnur ung,  sum hava hug at luttaka, men sum eru farin upp um aldursmarkið, eru vælkomin at melda seg til sum hjálparleiðarar. Í ár verður stevnan hildin á Húsum. Barnadansur hevur verið fastur partur av barna og Continue reading the story "UNG Í DANSI 2011 – Ung dansa føroyskan dans á Húsum"

Dansiferð hjá Klaksvíkar Dansifelag í Dali

Posted on: March 20th, 2011 by

Klaksvíkar Dansifelag á Dansiferð í Dali 26 feb. 2011Leygardagin 26. februar fóru 48 limir í Klaksvíkar dansifelag eina dansiferð til Dals. Leigubussur koyrdi úr Klaksvík til Gomlurætt. Vit sigldu við Teistanum um Skopunarfjørð, og tá ið komið var til Skopunar, stóð aftur ein leigubussur klárur og bíðaði eftir okkum gestum norðanífrá. Túrurin úr Skopun Continue reading the story "Dansiferð hjá Klaksvíkar Dansifelag í Dali"

Torradagshald í Skálanum í Klaksvík

Posted on: February 20th, 2011 by

Leygarkvøldið 19 Februar  var stór sangløta í Skálanum í Klaksvík. Um eini 100 fólk høvdu teknað seg, og á skránni var alt frá góðum føroyskum smyrjibreyði til føroyskan dans. Sandoyingar vóru teir, ið av álvara settu sín dám á. Jóannes Johannesen kom allan vegin úr Dali at leika á harmonikuna, og var hann sera dugnaligur. Hann Continue reading the story "Torradagshald í Skálanum í Klaksvík"

Ung dansa føroyskan dans í Dali

Posted on: August 22nd, 2010 by

(Grein á portal.fo 22.08.2010)
Fríggjakvøldið 3. og leygardagin 4. september skipar Sláið Ring fyri stevnuni Ung í dansi 2010. Stevnan er fyri ungfólk í aldrinum 13 - 17 ár. Onnur ung , sum hava hug at luttaka, men sum eru farin upp um aldursmarkið, eru vælkomin at melda seg til sum hjálparleiðarar. Í ár verður stevnan Continue reading the story "Ung dansa føroyskan dans í Dali"

Heimsmet í ketudansi á Ólavsøku

Posted on: August 3rd, 2010 by

(Grein á portal.fo 03.08.2010)
Heimsmet í ketudansi varð sett á ólavsøku í ár, og tað við fleiri 1000 fólkum. Tað ivast Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, ikki í. Enn er metið tó ikki skrásett av Guiness World Records, tí tey kravdu at hava nøkur umboð til staðar á ólavsøku, sum Tórshavnar kommuna skuldi rinda fyri. Hetta Continue reading the story "Heimsmet í ketudansi á Ólavsøku"

Borgarstjórin í Havn bjóðar Guinness Book of Records á Ólavsøku

Posted on: June 18th, 2010 by

Skotar halda seg hava heimsmet í "ketudansi" ella ringdansi. Press & Journal skrivar úr Aberdeen, at 50 skotar herfyri settu heimsmet í ringdansi, tá teir bjóðaðu fólki upp at kvóða Auld Lang Syne (Hvør skuldi gamlar gøtur gloymt) á St. Ternan's Fair í Banchory. Blaðið viðmerkir tó, at líknandi dansur á hvørjum Continue reading the story "Borgarstjórin í Havn bjóðar Guinness Book of Records á Ólavsøku"