UNG Í DANSI 2011 – Ung dansa føroyskan dans á Húsum
Wednesday, August 31st, 2011Fríggjakvøldið 16. og leygardagin 17. september skipar Sláið Ring saman við Klaksvíkar Dansifelag fyri stevnuni Ung í dansi 2011. Stevnan er fyri ungfólk í aldrinum 13 – 17 ár. Onnur ung, sum hava hug at luttaka, men sum eru farin upp um aldursmarkið, eru vælkomin at melda seg til sum hjálparleiðarar.
Í ár verður stevnan hildin á Húsum. Barnadansur hevur verið fastur partur av barna og ungdómslívinum á Húsum í fleiri ár, og hevur bygdin fostrað fleiri ungar kvøðarar.
Stevnan byrjar fríggjakvøldið við nátturða. Eftir nátturðan verður almennur dansur, har ungu luttakararnir sleppa at dansa saman við limum úr Klaksvíkar Dansifelag og kallsingum, ið leggja leiðina framvið.
Leygarmorgunin er dansur og læra á skránni. Evnið á stevnuni hesaferð er ” Hvussu læra vit okkum kvæðini?” Ólavur Syderbø fer at greiða frá hvønn hátt hann nýtur fyri at minnast og læra seg kvæðini. Eftir hetta fara ungfólkini, við fyrilestrinum í huga, at læra seg kvæði um Kópakonuna. Rasmus Joensen, formaður í Sláið Ring, kemur eisini at greiða frá hvønn týdning tað hevur at unga ættarliðið luttekur í dansi og lærir seg kvæðini.
Leygardagin er eisini útferð á skránni. Farið verður norður til Mikladals at hyggja at helluni, har kópakonan á sinni dansaði og misti bjálvan, sum bóndin tók til sín.
Á Trøllanesi hevur Mikkjal Joesnen fingið lív aftur í gamalt jarnsmíð. Hetta sleppa luttakararnir at uppliva.
Stevnan er ókeypis og luttakararnir fáa ferðaseðilin endurgoldnan. Hetta verður gjørt fyri at ung úr øllum landinum skulu hava møguleika at luttaka uttan kostna.
Skráin fyri tiltakið og onnur kunning liggur á heimasíðuni hjá Sláið Ring. www.sr.fo
Áhugað kunnu melda seg til hjá Jónleifi Johannesen á telef 235766 ella á telduposti jonleif.johannesen@skulin.fo





