Viðtøkur felagsins
§1 Samleikalógin
Navn felagsins er ”Dansifelagið Fótatraðk og tess endamál er at skipa fyri føroyskum dansi
Stk.2: Tilhaldsstað felgasins er Føroyahúsið í Keypmannahavn
Stk.3: Felagið hevur post- og juridiskan búðstað hjá formanninum.
§2 Limalógin
Øll kunnu gerast limir í felagnum
Stk.2: Tann ið við árslok skyldar 2 limagjøld verður strikaður sum limur
§3 Aðalfundarlógin
Aðalfundurin er hægsti myndugleiki felagsins.
Stk.2: Aðalfundur er á hvørjum ári í februar mánaða.
Stk.3: Limirnir velja á aðalfundi eina trýmannaða nevnd við einum formanni og einum kassameistara umframt einum næstformanni ella skrivara.
Stk.4: Umframt trýggjar nevndarlimir, verða valdir tveir tiltakslimir.
Stk.5: Aðalfundurin skal vera fráboðaður tríggjar vikur undan fundinum í skrivi til limirnar.
Stk.6: Uppskot til broytingar av viðtøkum ella til samtyktar skulu vera nevndini í hendi eina viku aðrenn fundin.
Stk.7: Einans limir hava atkvøðurætt á aðalfundinum.
Stk.8: Eykaaðalfundur verður hildin eftir samtykt nevndarinnar ella eftir ynski frá minst 10 limum.
Stk.9: Eykaaðalfundur verður innkallaður eftir somu reglum sum aðalfundurin.
Stk.10: Lógarbroytingar kunnu gerast um 2/3 av limunum, ið møttir eru á fund, atkvøða fyri hesum.
§4 Aðalfundarskráin
Aðalfundurin verður hildin, eftir hesi skrá:
1: Val av fundarstjóra og fundarskrivara.
2: Framløga og góðkenning av formansfrágreiðing.
3: Framløga og góðkenning av grannskoðaðum roknskapi.
4: Framløga og góðkenning av innkomnum uppskotum.
5: Val av trimum nevndarlimum, einum 1. tiltakslimi og einum 2. tiltakslimi – nevndin skipar seg sjálva eftir aðalfundin innan 14 dagar.
6: Val av einum ella tveimum heimasíðuumsitarum – hesir samskipa og leggja til rættis framtíðar heimasíðuarbeiði saman við nevndini innan 14 dagar.
7: Val av tveimum grannskoðarum.
8: Ásetan av limagjaldi.
9: Framtíðar virki felagsins.
10: Annað.
§5 Nevndarlógin
Nevndarlimirnir hava ábyrgd av øllum fíggjarviðurskiftum- og allari umsiting felagsins.
Stk.2: Nevndini er heimilað at skipa fyri og játta pening til øll vanlig felagstiltøk so sum
fundir, dansiferðir og annað eftur endamáli, lógum og aðalfundarsamtyktum felagsins. Nevndin tryggar, at tiltøk felagsins verða fráboða limunum í góðari tíð.
Stk.3: Nevndin leggur virksemið felagsins soleiðis til rættis, at felagið altíð hevur nóg mikið av peningi til taks til vanligan rakstur og tiltøk.
Stk. 4: Roknskaparárið er kalendaraárið
Stk.5: Til nevndarfundir skulu tiltakslimir fráboðast og bjóðast til at luttaka.
Stk.6: Á nevndarfundum hava tiltakslimir talurætt, men einans nevndarlimir hava atkvøðurætt.
§6 Heimasíðulógin
Heimasíðuumsitarar umsita heimasíðuna (www.fotatradk.com) soleiðis, at heimasíðan altíð samsvarar við endamál, aðalfundarsamtyktir og nevndarviðtøkur felagsins.
Stk.2: Á aðalfundi velja limirnir ein ella tveir limir til at umsita heimasíðu felagsins.
Stk.3: Heimasíðuumsitarar hava ábyrgdina av, at heimasíðan altíð verður hildin virkin og innbjóðandi við hóskandi og neyðugum tilfari, so sum vísir, skráir, tíðindir, tiltøk, myndir o.a.
Stk.4: Umframt valdu heimasíðuumsitarar útnevnir nevndin eftir hvønn aðalfund ein nevndarlim ella tiltakslim til ábyrgdarumsitara av heimasíðuna.
Stk.5: Ábyrgdarumsitarin hevur høðvusábyrgdina av heimasíðuni, og syrgir fyri at heimasíðan altíð er tøk og og tekniskt í lagi.
Stk.6: Ábyrgdarumsitarin syrgir eisini fyri, at allir heimasíðuumsitarnir altíð hava neyðuga vitan og kunnleika til heimasíðuna og heimasíðuumsitingararbeiðið.
Stk.7: Limirnir avgerða á aðalfundi, hvat tilfar heimasíðan kann innihalda.
§7 Avtøkulógin
Felagið kann ikki avtakast uttan at 4/5 av øllum limunum játta tí, og skulu tá ognir felagsins fara til vælgerandi endamál føroyingum at frama í keypmannahavn.
Seinast samtykt á aðalfundi sunnukvøld 6. februar 2011
