Støkk inn á gólvið
Hevur tú hug at gerðast limur í Fótatraðk ella bert at støkka inn á gólvið til eitt dansikvøld?
Vit eru føroyingar í øllum aldri, sum koma saman um tann føroyska dansin, og einhvør, sum hevur hug er vælkomin uppá gólvið saman við okkum. Vit kvøða alt frá stuttum vísum til tey longru kvæðini, og øll ið eru áhugaði sleppa at skipa.
Eitt vanligt dansikvøld hittast vit vanliga kl.18.00 og fara síðani upp á gólvið. So er køka og kaffimunnur kl.19.15-19.45 og halda vit áfram at dansa frá kl.19.45-20.45. Vit hava eina kvæðaskrá til tey vanligu dansikvøldini – sjá “Skráin”.
Øll eru vælkomin inn á gólvið á 1.hædd í Føroyahúsinum til góðan føroyskan dans.
Er hetta nakað fyri teg, so er bert at møta upp í Føroyahúsinum, Vesterbrogade 17A, 1620 København V. Um dyrnar eru læstar, so er bert at ringja á hurðaklokkuna hjá MFS.
Eisini ber til at seta seg í samband við formannin, Ólavur Eysturdal á tlf. (+45)20356504. .
Eru ivamál ella spurningar, so set teg endiliga í samband við okkum.
NEVNDIN
