August 16th, 2011
So er tíðin komin til aftur at byrja ein nýggjan dansivetur. Dansifelagið Fótatraðk bjóðar øllum at vera vælkomin til limakvøld í Føroyahúsið, har vit sum altíð bjóða kaffi, te og heimabakaða køku. Vit fara sjálvandi eisini upp á gólv. Vit vóna at síggja fleiri nýggj sum kend andlit. Øll eru vælkomin.
Posted in Fótatraðk News | No Comments »
July 30th, 2011
Nú eru vit so smátt byrjaði at dansa aftur. Vit dansaðu til almennan føroyskan dans til Ólavsøkuhaldið í Føroyahúsinum herfyri, og byrjaðu vit samstundis eitt nýtt lýsingarátak til tess at vekja áhugan fyri føroyskum dansi ímillum føroysku útisetisetarnar. Í Føroyahúsinum hava vit sett upp eina plakat við tilhoyrandi faldara, har vit greiða frá um føroyska dansin og dansifelagið. Í [...]
Posted in Fótatraðk News | No Comments »
July 10th, 2011
Posted in Tiltøk | No Comments »
April 14th, 2011
Í dag er júst eitt ár síðani, vit fingu nýggja heimasíðu, og er tað sera viðkomandi hjá okkum at hyggja aftur í tíðina og spyrja okkum sjálvi, hvat vit hava fingið burturúr, og um heimasíðan hevur livað upp til tað, vit vónaðu. Á landsdansistevnutúri okkara í fjør, tóku vit myndir hjá Per á Hædd uttanfyri Norðurlandahúsið, [...]
Posted in Fótatraðk News | No Comments »
March 20th, 2011
Leygardagin 26. februar fóru 48 limir í Klaksvíkar dansifelag eina dansiferð til Dals. Leigubussur koyrdi úr Klaksvík til Gomlurætt. Vit sigldu við Teistanum um Skopunarfjørð, og tá ið komið var til Skopunar, stóð aftur ein leigubussur klárur og bíðaði eftir okkum gestum norðanífrá. Túrurin úr Skopun til Dals vardi umleið ein hálvan tíma har bussførðarin [...]
Posted in Tíðindi úr Føroyum | No Comments »
March 15th, 2011
Mong munnu tey vera, sum ongantíð áður hava dansað dansispøl, og nógv spyrja seg sjálvi hvat dansispøl er fyri nakað – eisini limir okkara í Dansifelagnum Fótatraðk. Fyrstu ferð vit dansaðu dansispølini – seinasta Heyst – vóru fleiri, ið hvørki dugdu ella ánaðu hvussu hetta fór fram og hvussu dansast skuldi, men nú er av [...]
Posted in Fótatraðk News | No Comments »
February 23rd, 2011
Dansifelagið Fótatraðk skipar fyri rimmar føstulávintsdansi í Føroyahúsinum, Vesterbrogade 17A., Kbh V Fríggjadagin 4. mars 2011. Skráin: kl. 18.00 Café og Barr: Søla av føroyskum smyrjibreyði, køku, kaffi, øli og sterkari løgi. kl. 18.00 – 20.00 Felagssangur við harmonikuspæli, Tórur Johannesen spælir. kl. 20.00 – 24.00 Vit fara upp á Gólv. Kvæðir og vísur [...]
Posted in Tiltøk | No Comments »
February 20th, 2011
Leygarkvøldið 19 Februar var stór sangløta í Skálanum í Klaksvík. Um eini 100 fólk høvdu teknað seg, og á skránni var alt frá góðum føroyskum smyrjibreyði til føroyskan dans. Sandoyingar vóru teir, ið av álvara settu sín dám á. Jóannes Johannesen kom allan vegin úr Dali at leika á harmonikuna, og var hann sera dugnaligur. Hann [...]
Posted in Tíðindi úr Føroyum | No Comments »
February 7th, 2011
Tann 6. februar høvdu vit aðalfund í Fótatraðk. Fundurin gekk væl, undirtøkan var stór, og 19 fólk møttu upp til fundin. Harímillum trý nýggj fólk, sum so eisini valdu at gerðast limir. Formaðurin Ólavur Eysturdal byrjaði fundin við at halda eina góða røðu um tað farna kvæðaárið. Hann nevndi millum annað tey tiltøk, íð felagði [...]
Posted in Fótatraðk News | No Comments »
January 30th, 2011
Í gjár, Leygardagin 29. Januar var árliga ræstkjøtaveitslan hjá Ballerupfelagnum hildin í Føroyahúsinum. Tað mundi vera eini 100 gestir, ið vitjaðu. Umframt Súpan og ræst kjøt varð skonkt við snapsi, øli og víni. Heini Davidsen, formaður í Ballerupfelagnum var vertur, og var hann eisini undirhaldandi, tá hann tók orðið. Sum vanligt er til slíkar veitslur, [...]
Posted in Fótatraðk News | No Comments »
January 14th, 2011
Aðalfundur verður 6. Februar 2011 í Føroyahúsinum. Skrá sambært lógum felagsins. Fundurin byrjar kl.18.30 Eftir fundin fara vit upp á gólv. Vegna nevndina Ólavur Eysturdal, formaður
Posted in Fráboðanir | No Comments »
December 15th, 2010
Nú nærkast jólini, og eru tískyl nógvar jólaveitslur runt umkring. Jólaveitslan hjá Fótatraðk varð hildin á Øresundskolleginum herfyri. Hóast vit vóru sera fá, samanborið við hvussu nógv vit plaga at vera, so var jólaveitslan stak hugnalig. Vit fingu durðasnaps, ótu góðan mat, sungu nógvar sangir, høvdu okkara føstu “gæt og grimasser -spøl” og kvóðu til [...]
Posted in Fótatraðk News | No Comments »
November 1st, 2010
Um ein hevur hug at lurta eftir lundavísuni, ber til at taka hana niður við at trýsta á leinkjuna niðanfyri. Teksturin til vísuna er at finna í kvæðasavninum. Lundavísuna hava undirritaði, og danski sjónleikarin Bent Jacobsen yrkt. Á hesi upptøkuni verður hon ikki kvøðin á vanligan hátt, men er innsungin ”a ca pella” av donsku kvartettini “Schwanzen Sänger Knaben” [...]
Posted in Fótatraðk News | No Comments »
October 22nd, 2010
Nú Heystið er komið, og vit so smátt eru byrjaði at dansa aftur, hava vit tikið upp ein nýggjan tátt. Seinasta dansikvøld, sunnukvøldið 17. oktober, tóku vit upp dansispøl, sum vit hava tosað um í so langa tíð. Hetta eydnaðist bara væl, hóast fá av okkum áður høvdu roynt hetta. Róald Johannessen og Kirsten Dam [...]
Posted in Fótatraðk News | No Comments »
October 5th, 2010
Fríggjadagin tann 15. oktober verður mentanarnátt, og í hesum sambandi eru fleiri ymisk tiltøk í Føroyahúsinum. Róald og Ólavur koma at tosa um tann føroyska dansin kl. 19.40-20.05 hetta kvøldið. Klokkan 23.00-24.00 verður farið upp á gólv. Niðanfyri sæst ein ‘vegleiðandi’ kvæðaskrá fyri hetta kvøldið: – Flóvin Bænadiktsson – Hr. Sinklar – Ormurin langi (1. [...]
Posted in Tiltøk | No Comments »